Vitlíki fyri allar Føroyar
Heildarætlanin fyri vitlíki er skotin í gongd
100 fólk savnaðust í Smæruni 6. mai fyri at skjóta heildarætlanina fyri vitlíki í gongd – við framløgum frá Akseli V. Johannesen, Ajit Jaokar, Jaspuri Højgaard og Hans Kára Vang.
Les meira →
Forkanningin um vitlíki er liðug
Forkanningin er liðug og leggur grundarlagið undir heildarætlanina. Frágreiðingin er nú tøk – bæði sum PDF-skjal og á heimasíðuni í enskari týðing.
Les meira →Vit arbeiða nú við heildarætlanini fyri vitlíki í Føroyum. Forkanningin, sum varð liðug í apríl, leggur grundarlagið. Nú savna vit íkast frá stovnum og áhugapørtum, fáa íblástur úr grannalondum og endurgera visión og tilmæli til eina ætlan við ítøkiligum átøkum, ognarskapi og fígging.
Hvussu vit arbeiða
Byggja ábyrgdarfullar førleikar innan vitlíki í Føroyum
Samstarv við áhugapartar
Verkstovur og samrøður við áhugapørtum tvørtur um stjórnarskipan, vinnu og samfelag. Vit samskapa við teimum, sum skilja avbjóðingarnar og møguleikarnar best.
Les meira →
Altjóða læring
Íblástur og royndir frá øðrum londum - serliga norðurlondum - til at finna bestu loysnirnar fyri Føroyar.
Les meira →
Heildarætlanin
Forkanningin er liðug og gav okkum eina visión og tilmæli. Nú umseta vit hetta í heildarætlanina – við ítøkiligum átøkum, ognarskapi og fígging – til reiðar til fíggjarlógina fyri 2027.
Les meira →🎉 Føroysk AI spurnarleikur! Faroese AI Trivia Game!
Hversu nógv veitst tú um vitlíki? How much do you know about AI?