Heildarætlanin fyri vitlíki er skotin í gongd
Mikudagin 6. mai 2026 savnaðust 100 fólk í Smæruni til eitt tiltak um heildarætlanina fyri vitlíki. Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, setti tiltakið. Á skránni vóru ein framløga frá altjóða serfrøðinginum Ajit Jaokar, verkætlanarleiðarin Jaspur Højgaard legði úrslitini av forkanningini og ætlanina frameftir fram, og búskaparfrøðingurin Hans Kári Vang gav eina stutta meting av búskaparligu avleiðingunum av vitlíki. At enda var pallborðskjak við spurningum úr salinum. Við hesum varð arbeiðið at gera sjálva heildarætlanina skotið í gongd.
Forkanningin um vitlíki varð liðug í mars og er nú vorðin grundarlag undir næsta stig: at gera eina ítøkiliga heildarætlan við átøkum, ábyrgd og fígging. Tiltakið varð fyriskipað av Talgildu Føroyum og verkætlanarbólkinum og var fyrsta felags tiltakið hjá øllum verkætlanarbólkinum, stýrisbólkinum, eigarabólkinum og áhugapørtum úr almenna geiranum, vinnuni og felagsskapum.
Ajit Jaokar: vitlíki fyri mótstøðuføri, ikki sum kappingarparametur
Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, setti tiltakið. Síðan kom Ajit Jaokar, vitlíkisserfrøðingur, á pallin og greiddi frá, hvussu smátjóðir kunnu hugsa um vitlíki. Hann samanbar tilgongdir hjá USA, Kina, ES, India og Singapore og vísti á, at eingin loysn passar til øll – men at hvør tilgongd vísir greið val um vandar, stødd og strategiskar raðfestingar.
Høvuðsboðskapur hansara var greiður: Smátjóðir eiga ikki at royna at líkjast teimum stóru londunum. Spurningurin er ikki, hvussu vit kappast við USA og Kina, ella hvussu vit seta reglur fyri fremstu skipanirnar. Spurningurin er, hvussu vit brúka vitlíki til at styrkja eitt lítið, sterkt samfelag, so tað er mótstøðuført og hevur sjálvræði og búskaparligt haldføri.
AI is not a growth story for the Faroe Islands. It is a survival, resilience, and sovereignty story. And if done well, it becomes a global model for how small societies thrive in the age of AI.
Ajit mælti til, at Føroyar leggja tær fyrstu kreftirnar í øki, har vitlíki kann gera veruligan mun fyri eitt lítið samfelag: veðurlagsbroytingar og grøna orkuskiftið, haldføri í fiskivinnuni og atgongd til heilsutænastur. Sum greiningarkarm setti hann upp fýra spurningar – Polya (greinið trupulleikan rætt), Drucker (hvørjir stovnar broytast), Munger (hvør eru álitini og avbjóðingarnar) og Simons (hvørji prógv skulu vit fylgja við).
Frá forkanning til heildarætlan
Eftir steðgin gjøgnumgekk Jaspur Højgaard, verkætlanarleiðari, forkanningina og lýsti, hvussu arbeiðið verður lagt til rættis fram til í heyst, tá heildarætlanin skal vera klár til fíggjarlógararbeiðið fyri 2027. Hans Kári Vang greiddi frá sínum fyribilsmetingum um búskaparligu avleiðingarnar.
Forkanningin gav okkum eina visjón: Føroyar skulu vera eitt undangonguland, ið vísir, hvussu ein smátjóð við ábyrgd gagnnýtir vitlíki til at styrkja fólkið, málið og búskapin. Heildarætlanin skal taka hetta grundarlagið og gera tað til ítøkilig átøk – innan mál, etikk, førleikar, almennar tænastur, vinnu, tøkniligt undirstøðukervi og rættindi.
Hans Kári Vang lýsti, hvussu vitlíki er ein tøknilig kollvelting sum kann samanberast við dampmaskinuna, ravmagn og internetið. Eingin veit, hvussu stórur vøksturin í framleidni verður, men nógv bendir á eina tøkniliga kollvelting, har Føroyar veruliga kunnu vera við frá byrjan: Vit hava gott talgilt undirstøðukervi, væl útbúna arbeiðsmegi og nógvan eginpening í vinnulívinum.
Fyri at eydnast krevjast rættar og djarvar politiskar avgerðir.
Afturboðanir og pallborðskjak
Síðsti partur av tiltakinum var settur av til afturboðanir frá luttakarunum og pallborðskjak. Vit brúktu føroysku appina Luttaka til lívliga luttøku, har áhoyrararnir svaraðu og settu spurningar umvegies fartelefonina.
Hvørji vitlíkisamboð brúka tey? Copilot, ChatGPT og Claude liggja ovast, men eisini Codex, Gemini, Perplexity, NotebookLM og Grok vórðu nevnd. Á spurninginum, um vit eru til reiðar at brúka vitlíki á breiðum stigi (1 = als ikki, 5 = púra klár), var miðaltalið 3,0 – við størsta partinum á 2 og 3.
Til opna spurninginum um, hvat vitlíki kann geva føroyska samfelagnum næstu 5–10 árini, vóru svørini greið: meira frítíð, betri og skjótari almennar tænastur, munadyggari málsviðgerð og leysgeving av arbeiðsmegi til veikaru bólkarnar í samfelagnum. Til spurningin um raðfestingar í heildarætlanini raðfestu áhoyrararnir føroyska málið greitt hægst – tætt fylgt av førleikum, etikki og rættindum.
At enda var eitt pallborð, har høvi var at seta spurningar. Í pallborðinum vóru Nicolai Mohr Balle, Jaspur Højgaard, Hans Kári Vang og Tóri Højgaard, allir úr verkætlanarbólkinum. 26 spurningar komu inn úr salinum – um umboðan av kvinnum, um føroyskt mál og føroyska mentan í verkætlanarbólkinum, um royndarverkætlanir í almenna geiranum, um hvussu vit lokka førleikar heim, og um vandan fyri ov stórum áliti á tøkni og sjálvvirking. Allir spurningarnir verða tiknir við í tí víðari arbeiðinum.
Næstu stigini
Verkætlanarbygnaðurin er longu broyttur, og umráðandi verður, at samstarvið heldur fram við ymiskum samstarvsfeløgum. Vit fáa íblástur frá grannalondunum og fylgja við nýggjastu rákunum. Góðir fýra mánaðir eru til at heildarætlanin skal liggja klár.
Tak fyrilestrarnar og frágreiðingina niður
Báðir fyrilestrarnir og frágreiðingin frá luttøkuni gjøgnum Luttaka eru tøk her til at taka niður:
- Fyrilestur: Heildarætlanin fyri vitlíki verður skotin í gongd (Jaspur Højgaard og Hans Kári Vang)
- Fyrilestur: National AI Strategy (Ajit Jaokar, University of Oxford)
- Frágreiðing: Beinleiðis luttøka frá Luttaka
Heildarætlanin verður smíðað av nógvum hondum, og hvørt íkast telur.