Forkanningin um vitlíki er liðug
Forkanningin um vitlíki er liðug og er fyrsta stigið til eina heildarætlan fyri vitlíki í Føroyum. Frágreiðingin lýsir støðuna í Føroyum, samanber Føroyar við grannalondini og kemur við ítøkiligum tilmælum til næstu stig.
Eftir fýra mánaðir av intensivum arbeiði – verkstovum, samrøðum, altjóða samanberingum og greiningum – er forkanningin um vitlíki nú liðug. Frágreiðingin er fyrsta stigið til eina heildarætlan fyri vitlíki í Føroyum og verður løgd fyri Fíggjarmálaráðið og Landsstýrið.
Føroyar skulu vera eitt undangonguland, ið vísir, hvussu ein smátjóð, við ábyrgd gagnnýtir vitlíki at styrkja fólkið, málið og búskapin.
Tey týdningarmiklu tilmælini
Forkanningin hevur trý høvuðstilmæli, sum eiga at verða sett í verk beinanvegin:
- Fullfíggja heildarætlanina við greiðum átøkum og eini tíðarætlan fyri næstu árini, so hon kann gerast partur av fíggjarlógararbeiðinum fyri 2027.
- Seta gongd á royniverkætlanir á stovnum og í kommunum, so royndir, vitan og førleikar kunnu fáast til vega í øllum geirum.
- Skipa eina vitlíkiseind, sum skal samskipa landsins nýtslu av vitlíki og fremja felags átøk tvørtur um allar geirar.
Støðan í Føroyum
Forkanningin vísir, at føroyska samfelagið er komið stutt í gagnnýtsluni av vitlíki, og at vit eru eftirbátar í mun til grannalond okkara. Tey, sum luttóku í forkanningini, síggja stórar møguleikar og hava vilja til at brúka vitlíki, men himprast serliga av løgfrøðiligari óvissu og av, at búningarstig og førleikar vanta.
Føroyska málið var eisini lýst sum eitt av teimum mest átrokandi økjunum. Nýggjasta vitlíkistøknin riggar enn ikki væl á føroyskum, og hetta gevur longu avbjóðingar í skúlunum og í arbeiðshøpi.
Lærdómur úr grannalondunum
Verkætlanin hevur fingið íblástur frá Íslandi, Estlandi, Danmark, Noregi, Finnlandi og ES. Týdningarmestu lærdómarnir eru:
- Ísland: Fyrireikingararbeiðið ger, at samstarv við stóru tøknirisarnar (sum OpenAI) verður møguligt – og at smá mál fáa rúm.
- Estland: Byrja smátt við miðvísum royniverkætlanum, læra av bæði eydnu og óeydnu og byggja førleikar so líðandi.
- Danmark: Fluttu seg frá smærri verkætlanum til stórar, miðvísar verkætlanir – og settu eitt úrvalslið innan vitlíki.
Næstu stig
Mett verður, at heildarætlanin kann gerast liðug innan fýra mánaðir, um arbeiðið verður byrjað beinanvegin. Heildarætlanin skal vera grundað á verkstovur, samrøður og ítøkiligar átaksætlanir og skal kunna stuðla undir fíggjarlógararbeiðið fyri 2027.
Ferðin, sum vitlíki mennist við, er tó so skjót, at tað eisini gerst avgerandi at fylgja við í nýggjastu altjóða rákunum, so Føroyar kunnu vera millum fremstu lond í heiminum, eisini tá ið talan er um vitlíki.
Les og tak frágreiðingina niður
Øll frágreiðingin er nú tøk – bæði sum PDF og á heimasíðuni:
- Les alla frágreiðingina á heimasíðuni (við enskari týðing)
- Tak PDF-frágreiðingina niður (á føroyskum)
- Tak ensku PDF-týðingina niður
Hjartaliga takk fyri øll góð íkøst frá borgarum, áhugapørtum og samstarvsfeløgum bæði heima og úti. Henda forkanning er eitt felags úrslit av nógvum samstarvi, og vit gleða okkum til at fara víðari við heildarætlanini.