Um heildarætlanina
Heildarætlanin fyri vitlíki í Føroyum – sum byggir á liðugu forkanningina
Vitlíki hevur longu stóra ávirkan á samtíð okkara og fær enn størri týdning í framtíðini. Forkanningin varð liðug í apríl 2026 og legði grundarlagið; nú arbeiða vit við sjálvari heildarætlanini, sum skal vera til reiðar til fíggjarlógina fyri 2027.
Endamál
Við ábyrgdarfullari nýtslu av vitlíki vilja vit nútímansgera samfelagið, økja um kappingarføri, styrkja okkara førleikar, og verja føroyskt mál og mentan.
Heildarætlanin skal:
- Umseta visjónina til ítøkilig tiltøk tvørtur um tær tríggjar súlurnar – fólkið, málið og búskapin
- Geva hvørjum tiltaki eigara, tíðarætlan og fígging
- Byggja á íkast frá forkanningini og grannalondunum
- Vera til reiðar til fíggjarlógina fyri 2027
Hví hetta hevur týdning
Føroyar standa frammanfyri bæði avbjóðingum og einstøkum møguleikum við vitlíki
Føroyskt mál
Vitlíki skal kunna brúkast á føroyskum og endurspegla okkara mentanarligu virðir. Vit leggja dent á at varðveita og menna føroyskt í talgildu øldini.
Etikkur og ábyrgd
Vitlíki skal vera í samsvari við føroyskar siðvenjur, skal vera rættvíst, vísa virðing, vera fevnandi og gjøgnumskygt.
Møguleikar
Vitlíki kann hjálpa okkum at nútímansgera samfelagið, økja kappingarføri, og styrkja okkara førleikar sum lítil, men nýhugsandi tjóð.
Tríggjar súlur: fólkið, málið og búskapurin
Forkanningin gav okkum eina visjón: Føroyar skulu vera eitt undangonguland, ið vísir, hvussu ein smátjóð við ábyrgd gagnnýtir vitlíki til at styrkja fólkið, málið og búskapin. Heildarætlanin byggir á hesar tríggjar súlurnar.
Fólkið
Vitlíki skal styrkja fólkið – við trygd, etikki og rættindum, fatan og førleikum og einum munadyggum almennum geira, sum tænir borgarunum.
Málið
Føroyskt skal vera ein sjálvgivin partur av vitlíkinum – við máltøkni, tekstgrunni og førleikum, sum varðveita og menna málið í eini talgildari øld.
Búskapurin
Vitlíki skal styrkja vinnu og samfelagsbúskap – við tøkniligum undirstøðukervi, kappingarføri og nýskapan, sum gera tað møguligt hjá Føroyum at vera við frá byrjanini.
Forkanningin var bygd á sjey stuðlandi súlur – mál, etikk, fatan og førleikar, almennan geira, vinnu, tøkniligt undirstøðukervi og rættindi. Hesi økini halda fram undir teimum trimum nýggju súlunum. Les meira í forkanningini →
Altjóða læring og samstarv
Vit fáa íblástur og læra av grannalondum til at finna bestu loysnirnar fyri Føroyar
Ein týdningarmikil partur av arbeiðinum er at fáa íblástur og royndir frá norðurlondum - serliga Íslandi, Danmarki og Noregi. Vit samanbera okkara tilgongd við bestu altjóða mannagongdir og læra av teimum, sum longu hava gjørt arbeiðið, sum vit nú fara í gongd við.
Norðurlendskt samstarv
Vit leita eftir sambondum við norðurlendskum samstarvspartar og royndir í ábyrgdarfullari vitlíkismenning. Í oktober 2025 varð New Nordics AI sett á stovn - ein altjóða samstarvsmiðstøð fyri vitlíki í norðurlondum, sum vit hava møguleika at taka lut í.
Ísland - mál og mentan
Ísland hevur longu gjørt arbeiðið við íslendskt mál og vitlíki (2019-2023). Vit læra av teirra royndum við smátt mál og mentanarvørn í vitlíkishøpi, og vit hava møguleika at samstarva við Ísland um málteknologisk samstarv.
Danmark - umsitingarlig siðvenja
Danmark og Føroyar hava ein langa søgu í felag. Vit hava tætt samband við danska vitlíkisumhvørvið og møguleika at nýta donsku royndirnar.
Frágreiðingin frá forkanningini
Forkanningin, sum varð liðug í apríl 2026, er grundarlagið, sum vit nú byggja heildarætlanina á – hon lýsir støðuna, samanber okkum við grannalondini og kemur við ítøkiligum tilmælum
Frágreiðingin frá forkanningini varð løgd fram 21. apríl 2026. Hon er grundarlagið undir heildarætlanini og gevur greining, visión og tilmæli, sum arbeiðið nú umsetir til ítøkilig átøk, ognarskap og fígging.
Frágreiðingin innheldur:
- Visjón fyri vitlíki í Føroyum
- Greining av støðuni í Føroyum og íkasti frá áhugapørtum
- Altjóða samanberingar við Ísland, Estland, Danmark, Noreg og ES
- Møgulig átøk og tilmæli, sum verða borin víðari í heildarætlanina
- Næstu stig: samstarv, íblástur og verksetan
- Átakslisti við 31 møguligum átøkum
Partur av Talgildu.fo
Vitlíki er saman við Talgildu Føroyum staðsett á Gjaldstovuni. Talgildu Føroyar vórðu settar á stovn í 2015 við eini heildarætlan fyri alt samfelagið. Heildarætlanin um vitlíki gerst nú ein nýggjur hornasteinur í teirri menningini.
"Vit skulu gera íløgur í vitlíki, tí vit vilja tryggja, at Føroyar fáa lut í teimum møguleikum, sum tøknin gevur – men hetta skal gerast við ábyrgd og øllum neyðugum fyrilitum."