Forkanning um vitlíki
At gagnnýta vitlíki við ábyrgd og soleiðis styrkja fólkið, málið og búskapin.
Innihald
Samandráttur
Hvussu kann vitlíki verða við til at økja um framleidni, stimbra nýskapan og vaksa um kappingarføri, og samstundis tæna samfelagnum at standa ímóti haldførisavbjóðingum og einum máli og mentan, sum eru undir støðugum trýsti?
Hesar spurningar hevur landsstýrið sett sær fyri at svara í eini heildarætlan fyri vitlíki.
Í grannalondum okkara er vitlíki vorðið eitt týðandi amboð at framtíðartryggja samfelagið. Felags fyri hesi lond er, at tey hava gjørt landsfevnandi heildarætlanir, sum seta í kortið felags kós fyri vitlíki fyri alla tjóðina. Vitlíki skal verða við til at loysa stóru avbjóðingarnar og samstundis verja rættindi og tryggja etikk og mál. Málini, ið verða sett, eru stórætlað. Í Estlandi er málið, at vitlíki skal føra til ein vøkstur í bruttotjóðarúrtøkuni (BTÚ) upp á 50% innan 10 ár, meðan eitt mál, Danmark hevur sett sær, er, at vitlíki skal loysa arbeiðsmegi í almenna geiranum svarandi til 30.000 ársverk innan næstu 10 árini.
Henda forkanning er fyrsta stig í at gera eina heildarætlan fyri vitlíki í Føroyum.
Samanumtikið eru niðurstøðurnar í forkanningini, at føroyska samfelagið er komið stutt í mun til gagnnýtslu av vitlíki, og at vit eru eftirbátar í mun til okkara grannalond. Flestu av teimum, sum luttóku í forkanningini, síggja stórar møguleikar og hava ein vilja at brúka vitlíki, men himprast serliga av løgfrøðiligum ósvissum, og tí at búningarstig og førleikar vanta. Tað verður eisini mett sum ein stór forðing í gagnnýtsluni av vitlíki, at føroyskt í alt ov lítlan mun kann brúkast í vitlíkisamboðum. Haraftrat vístu luttakararnir á, at tað vantar ein greið støðutakan og ætlan fyri egið tøkniligt undirstøðukervi fyri vitlíki, herundir einum samstarvi millum vinnu og tað almenna um hetta økið.
Hinvegin er metingin, at vit, orsakað av okkara væl menta talgilda undirstøðukervi og okkara støðd, lutfalsliga skjótt kunnu flyta okkum fram á leið. Hetta fer tó krevja at djarvar strategiskar avgerðir verða tiknar.
Forkanningin hevur hesi ítøkilig tilmæli, sum eigur at verða farið í gongd við:
- Fyrsta og mest átrokandi stigið er at fullfíggja heildarætlanina fyri vitlíki við greiðum átøkum og tíðarætlan fyri næstu árini. Arbeiðið at fullfíggja heildarætlanina skal verða rótfest í øllum geirum og í politisku skipanini. Lagt verður upp til at fara undir heildarætlanina beint eftir at forkanningin er handað, so stígur ikki kemur í arbeiðið. Mælt verður til, at heildarætlanin er liðug í nóg góðari tíð til, at hon kann gerast partur av fíggjarlógararbeiðinum fyri 2027, og at heildarætlanin síðan verður grundað á verklagslóg fyri vitlíki.
- Í øðrum lagi skal gongd setast á roynaverkætlanir á stovnum og kommunum, so royndir, vitan og førleikar kunnu fáast til vega og deilast millum áhugapartar. Talan skal vera um roynaverkætlanir, har stórir møguleikar eru fyri at effektivisera ella betra um mannagongdir, t.d. við sjálvvirkandi skjalfesting og málsviðgerð.
- Í triðja lagi skal skipast ein vitlíkiseind, sum stendur fyri at samskipa landsins nýtslu av vitlíki og at fremja felags átøk tvørtur um allar geirar. Vitlíkiseindin eigur at verða skipað undir verandi stovni, skal virka tvørtur um land og kommunur og hava eitt tætt samstarv við vinnuna. Vitlíkiseindin skal hava til uppgávu at seta felags kós og dríva framdráttin av felags átøkum.
Umframt hesi tilmæli hevur forkanningin staðfest tilmæli at taka við í sjálva heildarætlanina. Hesi verða viðgjørd undir yvirskriftini "Møgulig átøk í heildarætlanini".
↑ Til toppin1. Bakgrund og endamál
Henda frágreiðing lýsir úrslitini av forkanningini um vitlíki fyri Føroyar.
Í sambandi við at vitlíki í fjør gjørdist málsøki hjá Fíggjarmálaráðnum, hevur stjórnarráðið, í samráð við Gjaldstovuna, sum hevur fingið málsøkið at útinna, tikið stig til hesa forkanning.
Leisturin byggir á royndirnar við Talgildu Føroyum, har fyrsta stigið til heildarætlanina eisini var ein forkanning, og har tætt samstarv og samskapan millum allar týðandi samfelagsgeirar var lykilin til eina væleydnaða talgilding. Við hesum leisti tryggja vit einsháttaðar tænastur fyri stovnar, kommunur og borgarar, uttan mun til, hvar í landinum ella í umsitingini talan er um.
Arbeiðið tekur støði í nýggjastu heildarætlanini fyri talgilding av samfelagnum, "Talgilding av samfelagnum heldur fram - 2025-2027", sum Løgtingið samtykti við verklagslóg á vári 2025.
Í Átaki 15 í heildarætlanini fyri talgilding av samfelagnum hevur landsstýrið sett sær sum mál at:
Leggja eina heildarætlan fyri vitlíki, sum skal seta út í kortið hvussu samfelagið fær sum mest burturúr tøknini, og hvussu vit verja okkum sum frægast fyri váðunum.
Arbeiðssetningurin fyri forkanningina var, at orða eina visjón, sum kann skapa eina greiða felags kós fyri, hvussu landið skal nýta og gagnnýta vitlíki, og at vera grundarlag fyri eini heildarætlan fyri alt samfelagið.
Grundarlagið varð fingið til vega við at fáa innlit í, hvar føroyska samfelagið er statt í mun til vitlíki, og við at fáa vitan og íblástur úr grannalondum, um hvørjar ætlanir tey hava, og hvørji átøk tey hava roynt í verki.
Forkanningin var skipað við verkstovum, samrøðum, greiningum og skrivligum tilfari. Arbeiðið er framt í tíðarskeiðinum oktober 2025 til og við februar 2026.
Forkanningin er evnað til av einum verkætlanarbólki, mannaður við ráðgevum frá fyritøkunum Usable og Vitlíkisstovuni, og við fakfólki frá Gjaldstovuni. Jaspur Højgaard frá Usable hevur verið verkætlanarleiðari, og umframt hann hava Ólavur Ellefsen frá Usable, Gunnleygur Clementsen frá Vitlíkisstovuni, og Hóri Ranason, Halgir Winther Nagata og Nicolai Balle frá Gjaldstovuni verið í verkætlanarbólkinum.
Omanfyri verkætlanarbólkin hevur verið ein stýrisbólkur, og í honum hava verið Bjørgfríð Ludvig, aðalstjóri í Almanna- og heilsumálaráðnum, Bjarni Askham Bjarnason, aðalstjóri í Fíggjarmálaráðnum, og Leif Abrahamsen, stjóri á Føroya Gjaldstovu.
↑ Til toppin2. Visjón
Verkætlanarbólkurin hevur arbeitt við ymsum orðingum um visjón og er, nú forkanningin er komin at enda, komin við hesum uppskotinum:
Føroyar skulu vera eitt undangonguland, ið vísir, hvussu eitt lítið samfelag við ábyrgd gagnnýtir vitlíki til at styrkja sítt fólk, sítt mál og sín búskap.
Uppskotið er grundað á, at vit ikki bert skulu fylgja rákunum hjá øðrum, men sjálvi ganga á odda og vísa, hvussu okkara smidleiki og sterka samfelagskensla kunnu nýtast sum strategiskur fyrimunur. Við at gera føroyskt til eitt livandi og virkið mál í vitlíkisøldini, tryggja vit okkara mentanarliga sjálvræði, samstundis sum vit brúka tøknina til at styrkja vinnulívið og skapa munadyggar almennar tænastur, ið veruliga tæna øllum borgarum. Málið er at vísa heiminum, at eitt lítið, tætt knýtt samfelag sum okkara kann flyta seg skjótari og røkka longur, tá vit gagnnýta vitlíki ábyrgdarfult, opið og eftir okkara egnu treytum.
Stuðlandi súlur
Tá farið var undir forkanningina, vóru sjey súlur undir visjónini eyðmerktar.
Føroyskt fyrst og fremst
Vitlíki skal kunna brúkast á føroyskum, og endurspegla okkara mentanarligu virðir og samleika.
Etikkur og moralur í hásæti
Vitlíki skal vera í samsvari við føroyskar normar, skal verða brúkt ábyrgdarfult, vísa virðing, verða inkluderandi, rúma ymisleika og gjøgnumskygni.
Fatan og førleikar á høgum stigi
Breið fatan skal vera um vitlíki tvørtur um ættarlið, og førleikar at standa fyri og menna vitlíki skulu verða á høgum stigi.
Munadyggur almennur geiri
Vitlíki skal vera við til at nútímansgera almenna geiran, herundir økja um framleidni og virkisføri, og vera grundarlag fyri betri avgerðum og veita borgarum betri, skjótari og rættari tænastur.
Kappingarfør vinna
Vinnan skal hava vitlíkiskarmar og -undirstøðukervi at virka undir, sum stuðla undir nýskapan, vøkstri og kappingarføri hjá vinnuni.
Tøkniligt undirstøðukervi
Ætlan og verkseting av tryggum og mótstøðuførum tøkniligum undirstøðukervi skal fremjast. Harumframt skulu vit menna føroyskan málbanka til stórar málmyndlar.
Rættindi skulu virðast og lógir skulu verða klárar til vitlíki
Upphavsrættindi til skapandi verk skulu virðast og lógar- og regluverk skal fylgja við nýggju tøknini.
Forkanningin er í stóran mun skipað kring hesar sjey súlurnar.
↑ Til toppin3. Støðan í Føroyum
Verkstovurnar hava verið ein sera avgerandi partur av arbeiðnum í forkanningini. Stuðlandi súlurnar í visjónini vóru tema fyri, hvørji evni vórðu viðgjørd í verkstovunum. Heitini og raðfylgjan á verkstovunum var: 1) Kappingarfør vinna, 2) Føroyskt fyrst og fremst, 3) Etikkur og moralur í hásæti, 4) Fatan og førleikar, 5) Munadyggur almennur geiri, 6) Tøkniligt undirstøðukervi.
Ein meginregla fyri arbeiðið var samskapan við áhugapørtum, og her vóru verkstovurnar ein umráðandi partur. Verkstovurnar vórðu tískil skipaðar sum samskapandi verkstovur, har luttakararnir vórðu hoyrdir fyri at skilja núverandi støðu og ynski.
Óvissur um nýtslu
Forkanningin vísir eina greiða mynd av, at áhugin fyri at nýta vitlíki er stórur, og mong síggja stórar møguleikar. Støðan í Føroyum er tó framvegis merkt av smáum og spjaddum royndum og kensluni av at vera aftanfyri. Tað er ikki viljin, ið manglar, men hinvegin karmarnir, sum gera tað lætt at fara í gongd á ein tryggan hátt.
Forðingin, sum oftast gongur aftur, er óvissan um reglur, ábyrgd og serliga handfaring av persónsupplýsingum. Hetta sæst bæði í almenna geiranum og í vinnuni. Á verkstovuni "munadyggur almennur geiri" var óvissan serliga stór og tí vóru heldur ikki nógv dømi um nýtslu av vitlíki í almenna geiranum. Støðan var heldur frægari fyri vinnuna, hóast mett var, at tey heldur ikki vóru komin serliga langt.
Av tí at trygg almen amboð vanta í dag, fara starvsfólk at brúka ókeypis, ikki góðkend amboð á netinum, eisini nevnt skuggavitlíki. Ein váði er, at starvsfólk lata viðkvæmar dátur inn í hesi amboð, sum ger, at vit missa ræðið á dátum okkara. Dømi eru longu um hetta, og staðfestir hetta tørvin lýstan omanfyri, og hvussu átrokandi tað er.
Álitandi tænastur
Á verkstovuni um etikk og ábyrgd var eisini týðuligt, at álit frá borgarunum er ein fortreyt fyri, at vitlíki kann verða brúkt í almennum tænastum. Serliga vórðu tvey krøv endurtikin:
- Vitlíki má ikki koma í staðin fyri neyðuga menniskjaliga samveru
- Gjøgnumskygnið má vera so gott, at borgarin veit, nær samskift verður við eina maskinu.
Samstundis varð víst á, at greiðar leiðreglur og karmar vanta í dag, og at verandi ráð og nevndir ikki eru nóg væl fakliga ílatin til at handfara tær serligu avbjóðingar, sum vitlíki hevur við sær.
Vantandi fatan og førleikar
Viðvíkjandi fatan og førleikum varð staðfest í næstan øllum verkstovum, at tørvurin er sera stórur, og mett var at fatan kemur áðrenn førleikar. Her snýr tað seg ikki bara um at duga at forrita, men um, at leiðarar, starvsfólk og borgarar fáa eina betri fatan av, hvat vitlíki er, hvat tað er egnað til, og hvussu ein arbeiðir trygt við dátu-, dygdar- og ábyrgdarspurningum. Serliga í almenna geiranum varð víst á, at fatan og førleikar er ein stór forðing at koma í gongd við at brúka vitlíki. Eisini undirvísingarøkið er undir trýsti og hevur tørv á greiðari vegleiðing, so vitlíki kann verða brúkt skilagott og ikki bert verða sæð sum ein trupulleiki.
Forkanningin staðfestir eisini, at tørvur er á nýggjum førleikum, á ymiskum stigum og hjá ymiskum bólkum. Leiðarar og avgerðartakarar hava annan tørv enn tey starvsfólk, ið veita tænasturnar, og tey, sum skulu byggja og reka vitlíkisskipanir, hava upptaftur ein annan tørv. Tað er tørvur á vitlíkisførleikum á mongum ymsum økjum, og teir vanta í dag.
Vitlíki á føroyskum
Føroyska málið varð lýst sum eitt av teimum mest átrokandi økjunum. Á verkstovuni um málið stúrdu luttakararnir fyri, at málsligi samanhangurin viknar, serliga millum tey ungu. At nýggjastu vitlíkistøknin ikki rigga so væl á føroyskum fer at gera hesa støðu enn meira álvarsama. Hetta gevur longu avbjóðingar í skúlunum, og tað kann eisini hava ta avleiðing, at samskifti við telduna í arbeiðshøpi spakuliga flytur seg enn meir yvir í onnur mál, um vitlíkisamboðini framhaldandi rigga munandi verri á føroyskum enn øðrum málum. Boðskapurin var samstundis, at møguleikarnir eru stórir, men at hetta krevur strategiskar íløgur, samskipan og greiðar avtalur um dátur og rættindi, íroknað rímiliga samsýning, so at føroyskt gerst veruliga brúkiligt í tí broytandi talgilda heiminum.
Tá ið talan er um at føroyska vitlíki, so eru tað ábendingar um, at hetta kann fáast gott á føroyskum. Um vit í Føroyum skulu hava ræðið á, hvønn veg hetta mennist, og ikki bert tøknirisarnir, er avgerandi, at vit í Føroyum savna eina stóra mongd av føroyskum dátum. Nakað av góðum arbeiði er gjørt innan hetta økið, millum annað Ravnur verkætlanin, sum byggjast kann víðari á. Dømi um eitt átak, sum arbeiðir við hesari avbjóðing, er eitt netverk av almennum stovnum og fyritøkum, sum samstarva um at savna dátur sum trygt og lógliga kunnu brúkast til at stuðla undir føroyskum í málmyndlum. Máltøknidepilin á Fróðskaparsetrinum er ein óvugla umráðandi leikari í hesum arbeiði, men fleiri átøk vera eisini rikin privat. Ein heildarætlan hevði gagnað slíkum átøkum og amboðum, við raðfesting og yvirskipaðari samskipan.
Savnan av dátum
Staðfestast kann, at føroyskar dátur er partur av okkara undirstøðukervi. Tí er tað umráðandi, at vit, eins og í grannalondum okkara, raðfesta og fíggja arbeiðið at savna dátur. Henda íløga kann gerast ein lykil til stórar sparingar. Gott føroyskt mál í vitlíki er ein fyritreyt fyri, at vit kunnu brúka vitlíki breitt í almena geiranum. Um vit ikki gera hesa íløguna nú, kann tað hava fylgir antin fyri nyttuna, sum vitlíki kann geva, ella um føroyska málinum skal vera lív lagað yvirhøvur.
Á verkstovuni um vinnuna kom eisini fram, at atgongdin til almennar dátur kennist "læst", og at hetta avmarkar møguleikarnar at skapa virði og nýskapan. Tørvur er á, at almena hevur ein hugburð, at dátur sum útgangsstøði eru atkomuligar. Føroyar hava longu eitt trygt talgilt undirstøðukervi til at deila dátur umvegis Heldina. Heldin er ein tøkni, ið ger tað munandi lættari og tryggari at deila viðkvæmar dátur millum stovnar, og tað er júst hetta, tørvur er á, um skulu fáa sum mest burturúr vitlíki í tí almena.
Dátutrupulleikar eru tó ikki altíð tøkniligir trupulleikar, men kann eisini standast av at vera alt ov varin. Veruleikin er tann, at nógvar dátur ikki eru viðkvæmar, og tí eiga tær sum útgangsstøði at vera tøkar hjá øllum.
Verandi lóggáva er ein avbjóðing, sum eisini er staðfest á millum annað ES-stigi og í Estlandi. Her verður hugt eftir hvussu lógir og tøkni í størri mun kunnu fylgjast at.
Tøkniligt undirstøðukervi
Verkstovan um tøkniligt undirstøðukervi avdúkaði, at Føroyar hava nærum onga alment atkomuliga vitlíkisrokniorku, og marknaðurin er lamin av aftran. Veitarar aftra seg við at gera stórar íløgur uttan ein greiðan eftirspurning og strategi. Skotið verður tí upp at kanna eina loysn, har tað almena kann geva greitt tekin við at virka sum ein 'akkerskundi', so íløguváðin minkar, og føroyskur førleiki verður stimbraður.
Trot á føroyskum tøkniligum undirstøðukervi ger Føroyar sera viðbreknar, jú meir vitlíki verður brúkt. Um vit gerast fult og heilt bundin at útlendskum veitarum, er vandi fyri, at vit missa okkara rakstrarførleikar, um vit missa sambandið við umheimin.
Samstundis varð dentur lagdur á, at tøkniligt undirstøðukervi snýr seg um strategiska trygd, heldur enn fullkomið sjálvbjargni. Vit skulu hava lokalan kapasitet til samfelagskritiskar tænastur, men samstundis gagnnýta altjóða loysnir, har tað gevur meining.
So hvørt sum vitlíki verður meira brúkt, stinga aðrir váðar seg eisini upp innan trygd. Skipanir, ið viðgera viðkvæmar dátur, kunnu vera útsettar fyri nýggjum slagi av álopum. Tí er umráðandi, at hugsa um teldutrygd í vitlíkisverkætlanum frá byrjan.
Vitlíkisskipanir, og serliga tær sum brúka stóru málmyndlarnar, kunnu skjótt hava tørv á nógvari rokniorku. Hetta er viðurskifti at hava í huga, tá ið støða skal takast til undirstøðukervi, bæði tá ið hugt verður eftir at útbyggja staðbundnan kapasitet, herundir orkuveiting, og tá ið farið verður undir altjóða samstarv. Heildarætlanin eigur tí at viðgera hetta økið nærri. Serliga kann ein greining av, hvør nýtslan kemur at vera, geva okkum eina greiðari mynd av hesum.
Samanumtøka
Samanumtikið peika eygleiðingarnar á, at vitlíki er ikki bert ein tøknilig uppgáva, men eisini ein spurningur um kós, álit og talgilt sjálvræði. Viljin og hugskotini eru til staðar, men uttan miðsavnaða leiðslu, felags karmar, ítøkiligar arbeiðshættir og fígging, verður framdrátturin lítil og ójavnur. Í staðin er vandi fyri bæði ótryggari nýtslu, og at onnur mál stigvíst verða meira brúkt í samfelagnum.
↑ Til toppin4. Altjóða samanbering
Tað er avgerandi fyri eina føroyska vitlíkisætlan, at vit hyggja út um landoddarnar. Vit eru ikki einsamøl um hesar avbjóðingarnar, og londini kring okkum hava longu tikið stig til, hvussu tey velja at taka ímóti hesum avbjóðingum.
Serliga eru tað fýra høvuðsøki, har verkætlanin hevur fingið íblástur:
- Føroyska málið: Sum staðfest á verkstovunum, er føroyska málið ein avbjóðing í mun til vitlíki. Avbjóðingin snýr seg serliga um lítlu mongdina av dátum, og her mugu vit síggja, hvussu onnur smámál hava loyst hetta.
- Verksetan: Hvussu verður farið frá ætlan til veruleika? Vit mugu skilja, hvussu onnur lond hava megnað at flutt seg frá strategiskum skjølum til ítøkilig átøk, sum skapa virði.
- Tøkniligt undirstøðukervi: Ymisleikin í vitlíkisuppgávum ger, at tað er neyðugt at skilja, hvat skal byggjast í Føroyum fyri at tryggja sjálvræði, og hvat kann loysast í altjóða samstarvi.
- Heildarætlanir: Grannalond okkara hava arbeitt leingi við heildarætlanum, og hava nýliga dagført sínar heildarætlanir. Tær geva okkum eina mynd av, hvussu vit kunnu raðfesta rætt í Føroyum.
Ísland
Tá hugt verður eftir smáum málum, og teirra støðu í tøkni, so hugdi verkætlanin serliga til Íslands. Ísland er í líknandi støðu sum Føroyar, men hevur við miðvísum arbeiði megnað at gera íslendskt til ein virkandi part av nútíðar vitlíkisskipanum. Avgerandi í íslendsku tilgongdini er Almannarómur, sum arbeiðir fyri at fremja íslendskt í nýggjastu tøknini.
Ein eygleiðing úr Íslandi er, at tá ið fyrireikingararbeiðið er væl úr hondum greitt, sum tað er í Íslandi, so er eisini gjørligt at fáa tøknirisar á tal, og at fáa teir at stuðla undir smáum málum. Hetta sæst í samstarvinum, sum Ísland hevði við OpenAI, har Ísland tíðliga gjørdist ein samstarvsfelagi. Tað, sum vit kunnu staðfesta, er, at góð fyrireiking letur dyr upp, og vit eiga at læra frá teimum og seta ferð á hesi átøk her heima.
Noreg - dátusavnan
Dátusavnan er ein avgerandi partur at styrkja føroyska málið í tøkni. Her varð hugt at Noregi fyri at fáa íblástur. Hetta varð gjørt ígjøgnum vitlíkisnetverkið, sum arbeiðir við at seta á stovn dátubankar. Eftir framløgu frá norska tjóðbókasavninum, so eru tað ábendingar um, at leisturin í Noregi passar væl til, hvussu vit eru skipað í Føroyum. Vitlíkisnetverkið arbeiðir víðari um tørvurin at lýsa betri, hvussu hetta kann gerast í Føroyum, og eigur arbeiðið við vitlíkisheildarætlan at halda seg dagført her.
Estland og Danmark - verksetan
Í mun til verksetan meir yvirskipað, so varð serliga hugt at Estlandi og Danmark. Tá ið upprunaliga varð farið undir Talgildu Føroyar, var Estland eitt land, sum stórur íblástur kom frá. Estland hevur síðan hildið fram við at menna seg talgilt og er eisini frammarlaga innan vitlíki. Tí var tað náttúrligt at hyggja at, hvussu Estland hevur arbeitt við vitlíki. Estland hevur savnað stóran part av sínum átøkum í eina miðsavnaða vitlíkiseind. Arbeiðið hjá estlendsku vitlíkiseindini hevur fevnt víða: At stovna røttu útbýginarnar, granska, betra um førleikar, at fara undir roynaverkætlanir og onnur øki. Verkstovurnar gávu greiðar ábendingar um, at tað millum annað er tørvur á betri fatan og førleikum, og Estland hevur royndir hiðan og frá smærri verkætlanum. Hesar vísa á slíkar verkætlanir mugu vera í eini støðd, at tá ið tær eru lidnar, hevur íløgan verið somikið lítil, at tað ikki er eitt krav, at tað eydnast at føra arbeiðið víðari í eina størri verkætlan, men at lærdómurin hevur nóg mikið av virði í sjálvum sær, og tað er í lagi at steðga eftir at roynaverkætlanin er liðug. Estlendska tilgongdin vísir ein arbeiðshátt, sum byrjar í smáum og arbeiðir seg móti nøkrum størri, har tað vísir seg at loysa seg.
Í Danmark hava tey eitt skipað eitt úrvalslið (Task Force), og eru roynaverkætlanir eisini riknar av hesum toymi. Tó, so hevur Danmark nú flutt seg frá roynaverkætlanum til størri verkætlanir (storskala projekter). Teirra royndir við roynaverkætlanum eru, at hesar verkætlanir við tíðini missa virðið, og tað gerst meiri viðkomandi við størri verkætlanir. Tískil hava tey flutt seg til serliga tríggjar størri verkætlanir:
- Sjálvvirkandi skjalfesting: Nýtsla av talu-til-tekst fyri at minka um tíðina, sum heilsu- og umsorganarstarvsfólk brúka upp á at journalisera.
- Talgildir hjálparar til borgarar og vinnu: At fara frá statiskum sjálvgreiðslum til vitlíkistýrdar hjálparar, sum kunnu veita betri og meira persónliga vegleiðing.
- Avgerðarstuðul til starvsfólk: At geva málsviðgerum amboð, sum kunnu stuðla í torgreiddum avgerðum og gera málsviðgerðina skjótari og betri.
Hetta eru dømi um verkætlanir, sum kundu verið sera áhugaverdar at gera í Føroyum. Afturboðanin frá danska úrvalsliðnum var eisini, at tey meta, at tað eru stig í búningarleiðini, sum Danmark hevur verið ígjøgnum, sum vit í Føroyum kunnu leypa um og soleiðis koma skjótari til góð úrslit við minni váða.
Samanumtikið í mun til verksetan, og at koma skjótt og væl frá landi í føroysku vitlíkistilgongdini, so kann staðfestast, at har er nógvur lærdómur at heinta í grannalondunum.
Tøkniligt undirstøðukervi: Altjóða samstarv er lykilin
Í mun til tøkniligt undirstøðukervi, so vístu samrøður, at samstarv er vegurin fram. Eins og lýst í núverandi støðu, so er tað nakað av tøkniligum undirstøðukervi, sum má byggjast, men grannalond okkara fáa eisini ein stóran part av neyðugu rokniorkuni í samstørvum. Eitt dømi um eitt slíkt samstarv sæst við LUMI í Finnlandi. Tískil eiga vit at raðfesta samstarv, um tøkniligt undirstøðukervi, tíðliga í tilgongdini. Tað, sum krevst, er, at Føroyar staðseta seg sum ein virknan luttakara í tí norðurlendska og evropeiska vitlíkisumhvørvinum - heldur enn at standa uttanfyri.
Eitt norðurlendskt samstarv eru New Nordics AI, har eitt av átøkunum eisini setur sjóneykuna á, at brúka varandi orku til vitlíki.
Heildarætlanir í grannalondum
Tá hugt verður at heildarætlanum, er greitt, at flestu grannalond okkara hava eina slíka. Hesar eru eisini dagførdar seinastu árini, og tað sæst eisini at vitlíki er sera ovarlaga á dagsskránni hjá ES. Hóast ymiskar, so fevna tær flestu av teimum um nøkulunda somu øki, sum eru viðgjørd í visjónini, sum er lýst omanfyri. Býtið av økjunum er ymiskt, men innihaldið líkist.
Hyggja vit aftur til Íslands, so er teirra ætlan skipað í fimm ábyrgdaríki: Vitlíki fyri øll · Kappingarfør vinna · Menning av útbúgving · Nýggj tilgongd til almennar tænastur · Heilsuverk fyri framtíðina. Undir ábyrgdarøkjunum eru so millum 2 og 6 átøk við til samans 20 átøkum. Átøkini eru lýst við einum máli, hvat skal gerast, og hvat væntað úrslitið er. Samstundis verður ein ábyrgdari settur á átakið og hvørjum samstarvað verður við. Ísland hevur valt at leggja hesa ábyrgd til aðalráðini. Tað er eisini ein møguleiki í Føroyum.
Heildarætlanirnar verða í størri mun gjørdar sum handlingsætlanir í dag. Íslendska dømið omanfyri er ein slík, og í USA hava tey eisini eina slíka. Munirnir í heildarætlanunum sæst aftur í, hvørji undirliggjandi virði mynda ætlanirnar. Hetta vísir, enn sum áður, at samstarv við grannalond okkara er umráðandi, tí at tað eru tey londini, sum líkast okkum mest.
↑ Til toppin5. Møgulig átøk í heildarætlanini
Í arbeiðnum við forkanningini, eru nógv møgulig átøk komin undan kavi. Mong av hesum átøkum eru møguleikar, sum kunnu umhugsast í arbeiðnum við eini heildarætlan. Tó, so eru tey nevndu átøkini ikki bundin av eini heildarætlan, og kunnu tey, sum vara av økjunum, umhugsa hesi átøk longu í dag.
Hesi átøk spretta beinleiðis úr tí, sum áhugapartar hava víst á í verkstovunum, úr royndum hjá okkara grannalondum, og úr teirri visjón og teimum súlum, sum vórðu settar út í kortið við byrjanina av arbeiðnum.
Møguligu átøkini, sum eru nevnd her, eru bert nøkur av mongum møguligum átøkum, og liggur ein meir umfatandi listi við møguleikum í Fylgiskjali: Átakslisti.
Stovna eina vitlíkiseind
Bæði verkstovurnar og samskiftið við onnur lond hava staðfest, at tað er tørvur á eini samskipandi vitlíkiseind fyri at dríva heildarætlanina fram. Henda vitlíkiseind eigur at verða staðsett so, at hon kann fevna tvørtur um bæði land og kommunur. Ítøkiliga varð nevnt, at hon kundi liðið væl sum víðkan av virkseminum hjá Talgildu Føroyum. Ein slík eind hevði millum annað kunnað arbeitt við at:
- seta felags kós og menna amboð og mannagongdir til nýtslu av vitlíki
- tryggja, at Føroyar læra í felag heldur enn hvør í sínum lagi
- seta í verk nýggjar verkætlanir og leiða tær frá byrjan til enda, har tað er viðkomandi
- virka sum akker fyri altjóða samstarv
- tryggja framdrátt og ábyrgd tvørtur um allar súlur í heildarætlanini.
Mælt verður til at Vitlíkiseindin, sum eitt tað fyrsta, eigur at skipa eitt úrvalslið, sum kann stuðla og hjálpa stovnum og kommunum, at koma í gongd og seta í verk roynaverkætlanir.
Styrkja føroyska málið
Verkstovurnar vístu eisini greitt, at føroyska málið er undir stórum trýsti í vitlíkisøldini. Amboð við vitlíki verða brúkt í dag á fleiri økjum, og henda nýtslan fer at økjast framyvir. Tørvur er á at vitlíkisamboð fara at rigga munandi betur á føroyskum. Um ikki, so er tað ein váði fyri at onnur mál, serliga enskt, fara at verða brúkt enn meir framyvir. Henda nýtsla er alt frá skúla til arbeiði.
Møgulig átøk, sum hugsast kann um, eisini í arbeiði við heildarætlan á hesum øki, eru at:
- stuðla arbeiðinum at menna skipaða dátusavning av dygdargóðum føroyskum teksti við atliti til rættindahavarar
- styrkja arbeiðið við at føroyska vitlíki. Hetta er eitt øki, sum skapar grundarlag fyri brúksamboðum
- menna altjóða samstørv, eitt nú við at melda seg inn í norðurlendska málmyndla-netverkið undir New Nordics AI.
Seta gongd á roynaverkætlanir
Royndirnar úr Estlandi vísa virði í at byrja smátt við fokuseraðum roynaverkætlanum, læra av bæði eyðnu og óeyðnu, og byggja førleikar so líðandi. Danska tilgongdin við sokallaðum 'Storskala projekter' leggur dent á at savna tilfeingi um øki, har tøknin er royn og virðið er prógvað.
Hetta gevur ábendingar um, at tað hevði gagnað Føroyum at sett gongd á eina røð av roynaverkætlanum. Roynaverkætlanir eiga at verða valdar, har tær hava stór sannlíkindi fyri at halda fram, skapa ítøkiligt virði og at kunna endurnýtast.
Slíkar roynaverkætlanir høvdu eisini verið nýttar til at minka um óvissurnar, sum staðfestar vórðu í verkstovunum. Hetta vil at arbeiða ítøkiliga við teimum avbjóðingum, sum eru orsøk til óvissurnar. Umráðandi er, at royndirnar frá slíkum verkætlanum verða deildar í almenna geiranum.
Menna vegleiðingartilfar og lyfta vitlíkisfatanina
Verkstovurnar vístu ferð eftir ferð, at ein av stóru forðingunum ikki er vantandi vilji, men vantandi fatan og førleikar um vitlíki, hvat tað kann og ikki kann, og hvat er loyvt sambært lóg. Hetta er ein felags ábyrgd hjá myndugleikum, vinnu og fakfeløgum.
Møgulig átøk, sum hugsast kunnu um í eini víðari tilgongd, eru at:
- menna felags leiðreglur fyri almennar stovnar, sum fevna um góðkend amboð, dátuhandfaring, krøv um menniskjaligt eftirlit og innkeypskrøv, umframt einfaldar vegleiðingar, sum beina burtur óvissuna
- stovna eina miðsavnaða stuðulsfunksjón - eitt navngivið stað, har starvsfólk og leiðarar kunnu fáa ráðgeving og menning
- greina og lýsa, hvørjir serstakir vitlíkisførleikar eru neyðugir hjá ymiskum bólkum, so sum leiðarum, starvsfólki, serfrøðingum, undirvísarum og borgarum. Og síðan gera eina samskipaða ætlan fyri at menna hesar førleikar í samstarvi við útbúgvingarstovnar, fakfeløg og aðrar viðkomandi partar
- styrkja ráð, so sum etiska ráðið, við yrkisføri um vitlíki, fyri at tryggja rætta umhugsni í verksetan av nýggju tøkni
- fylgja væl við í EU AI Act-kørmunum. Hóast Føroyar ikki eru í ES, so eru okkara veitarar, samstarvspartar og skipanir merkt av ES-reglum - vit mugu menna okkara egnu, einføldu mannagongdir, sum samsvara við hesi krøv.
Stovna viðkomandi altjóða samstarv
Forkanningin hevur staðfest, at smá lond ikki byggja vitlíkisundirstøðukervi einsamøll - tey fáa atgongd gjøgnum røttu samstørvini.
Nakrir møguleikar, sum tað kann arbeiðast víðari við eru:
- At tryggja atgongd til felags norðurlendska rokniorku.
- At formliga luttaka í New Nordics AI, serliga viðvíkjandi samstarvi um málmyndlar.
6. Næstu stig
Um hildið verður fram við arbeiðinum at gera eina heildarætlan, verður mælt til hesi næstu stig. Stigini eru deild upp í trý øki:
- Samstarv
- Íblástur
- Verksetan
Neyvar dagfestingar eru ikki ásettar, tí nær farið verður í gongd við arbeiðið, er avgerandi fyri, nær ting kunnu henda. Metingin er tó, at um byrjað verður beinanvegin, er gjørligt at fáa eina heildarætlan klára innan 4 mánaðir.
Fortreytin fyri nógvum av tí, sum mett verður at vera næstu stig, er tó, at eisini verður farið í gongd við at stovna eina vitlíkiseind, sum kann føra arbeiðið víðari, tá ið ein heildarætlan er klár.
Samstarv
Í forkanningini hevur verið arbeitt breitt og at fáa flest gjørligt til orðanna. Hetta eigur at halda fram, og fylgt eigur at verða upp við teimum, sum longu hava luttikið á verkstovum og víst áhuga fyri framhaldandi luttøku. Hetta er ein upplagdur møguleiki, sum arbeiðið við heildarætlanini eigur at kanna nærri.
Tað er umráðandi, at um heildarætlanin skal hava ítøkiligar verkætlanir ella átøk, sum eru uttanfyri málsøkið hjá Fíggjarmálaráðnum, so er tørvur á at tryggja strategiskt samstarv við teir áhugapartar, hvørs málsøki verða fevnd av hesum átøkum.
Eisini eigur at verða arbeitt víðari við at tryggja altjóða samstarv og rótfesta tey sambondini væl í Talgildu Føroyum. Eins og víst á, eru tað fleiri øki, har hetta er ein fortreyt.
At savna fólk enn meira breitt, enn tað hevur verið til verkstovurnar, hevur alla tíðina verið eitt mál. Ein slíkur møguleiki kundi verið, at havt ein arbeiðsdag um vitlíki, har nógv fólk vórðu boðin at luttaka. Hesum eigur arbeiðsbólkurin at arbeiða víðari við.
Íblástur
Tað er vorðið sera greitt í forkanningini, at nógvur íblástur er at heinta frá grannalondunum. Fleiri av altjóða pørtunum, sum vit hava tosað við, hava nevnt møguleikan um eina vitjan. Sæð frá royndum, so er metingin, at í arbeiðinum við eini heildarætlan hevði hetta verið nakað, sum kundi givið stórt virði í mun til íblástur til, hvat er rætt at gera, og hvussu vit eiga at skipa hetta arbeiðið.
Arbeiðið víðari skal eisini halda fram við at fáa íblástur frá altjóða ráki. Við ferðini, sum økið flytur seg við í løtuni, er tað sera umráðandi at halda seg framhaldandi dagførdan við vitan. Umhugsast kann, um onkur ráðstevna kann geva íblástur her, men hetta kann metast, tá ið arbeiðið verður byrjað.
Verksetan
Arbeiðið við heildarætlan eigur at byrja við átakslistanum í fylgiskjalinum og at byggja víðari upp á hann saman við áhugapørtum, so viðkomandi roynaverkætlanir kunnu eyðmerkjast.
Til seinast, so eigur arbeiðið at taka tráðin upp og greina, hvussu stórur metti tørvurin á rokniorku er í mun til vitlíki framyvir, so gongd kann setast á arbeiðið at kanna prísir og byrja tilgongdina at útvega neyðugan vitlíkistól- og ritbúnað.
↑ Til toppin7. Niðurstøða
Samanumtikið hevur vitlíkisforkanningin staðfest, at tað valdar ein óvissa, sum ger, at bæði almennu og privatu geirarnir himprast við at brúka vitlíki. Samstundis síggja nærum øll stórar møguleikar við vitlíki og meta tað eisini vera átrokandi, at okkurt verður gjørt við støðuna.
Altjóða greiningar og samrøður gávu ábendingar um møgulig átøk. Verkstovur staðfestu, at tørvur er á líknandi átøkum í Føroyum sum hjá grannalondum okkara. Lýstu møguleikarnir til eina heildarætlan eru tískil úrslit av greiningum og samrøðum, gjørdar bæði við umheimin og heima hjá okkum her, og metir arbeiðsbólkurin, at hesi átøk eru besti hátturin at seta ferð á føroyska nýtslu av vitlíki.
Í víðari arbeiðinum, so er tað tørvur á at styrkja tey samstørv, sum tryggja, at vit koma best í gongd við hesa tilgongd. At greiða átøk til verksetan krevur eisini samskifti við áhugapartar, sum vit eiga at fara undir beinanvegin.
Ferðin, sum vitlíki mennist við, er tó so skjót, at tað eisini gerst avgerðandi, at fylgt verður við nýggjastu altjóða rákunum, so Føroyar kunnu vera millum fremstu lond í heiminum, eisini tá ið talan er um vitlíki.
Samanumtikið eiga vit skjótast gjørligt at fara víðari við tey trý avgerðandi stigini, ið tryggja eina felags kós: at fáa heildarætlanina lidna, at stovna eina miðsavnandi vitlíkiseind, og at seta gongd á ítøkiligar roynaverkætlanir. Við hesum kunnu vit vinna á avbjóðingum og óvissum, troyta møguleikarnar á bestan hátt, og samstundis styrkja føroyskt mál og mentan, føroyska samfelagnum til frama.
↑ Til toppin
8. Forkanningin í frásjón
Henda forkanning hevur givið okkum eitt týðiligt innlit í, hvar Føroyar standa í mun til vitlíki í dag. Tá ið vit hyggja aftur á tilgongdina og fram ímóti tí komandi arbeiðnum, eru nakrar eygleiðingar, ið vit vilja draga fram.
Breidd fram um dýpd
Forkanningin varð tilvitað skipað við einum breiðum leisti, har vit høvdu seks evnisbundnar verkstovur tvørtur um almenna geiran, vinnu, mál, etikk, førleikar og tøkniligt undirstøðukervi. Hendan breiddin hevur verið virðismikil: hon hevur givið okkum eina breiða mynd av støðuni í Føroyum og víst eina samanhangandi mynd tvørtur um sera ymisk øki.
Men breidd hevur sín prís. Tað eru øki, har vit ikki fingu farið í dýpdina – har kjakini lótu dyr upp, sum tíðin ikki loyvdi okkum at fara inn í. Verkstovurnar gávu góðar eygleiðingar, og luttakararnir sýndu veruligan áhuga at gera stórt innlit. Tað hevði havt stórt virði at havt uppfylgjandi fundir við fleiri teirra, fyri at royna tær niðurstøður, ið stungu seg upp, at kava niður í ítøkiligar avbjóðingar og at samskapa fyrstu loysnirnar. Hetta er nakað, sum arbeiðið við sjálvari heildarætlanini, ella einari komandi landsfevnandi vitlíkiseind, eigur at taka upp sum eina av sínum fyrstu raðfestingum.
Sama er galdandi fyri altjóða samstarv. Tá ið vit hava tosað við fólk úr øðrum londum – granskarar, fakfólk og avgerðartakarar – hevur afturvendandi royndin verið, at tey eru opin fyri samstarvi. Tað er ein veruligur vilji har úti at samstarva við Føroyar. Tað, sum vantar í løtuni, er onkur, ið tekur stig til og gongur á odda fyri at byggja hesi sambond. Ein landsfevnandi vitlíkiseind hevði verið væl egnað til at taka hendan leiklut á seg, so Føroyar gerast ein virkin partur av norðurlendska og altjóða vitlíkisumhvørvinum, heldur enn ein passivur áskoðari.
Vitlíki sum ein umbroytingarmegi
Vitlíki er ikki bert eitt nýtt amboð til verandi arbeiðsgongdir, men ein verulig umbroytingartøkni. Tøknin fer at kollvelta, hvussu vit arbeiða, veita tænastur, taka avgerðir og skapa vitan. Ferðin og vavið á hesi broyting er so stór, at vit sjáldan hava sæð tess líka. Tí er hetta ikki bert ein spurningur um KT, men ein samfelagslig avbjóðing, sum fer at krevja politiskar avgerðir tey komandi árini.
Hetta eigur ikki at elva til ótta, men til handling. Samfeløg, ið taka virknan lut og tillaga tøknina eftir egnum tørvi, standa munandi betur enn tey, ið bert taka ímóti. Fyri eitt lítið land sum Føroyar er nógv upp á spæl. Tær skipanir, sum verða mentar úti í heimi, eru ikki gjørdar við okkum í huga. Um vit ikki sjálvi seta kósina, verða tað onnur, ið seta treytirnar.
Heildarætlan má ikki gerast koddi
Tað er umráðandi, at arbeiðið og úrslitið av eini heildarætlan um vitlíki ikki ger, at annað arbeiði steðgar hesum viðvíkjandi. Frá verkstovum og samrøðum, sum hava verið í hesi verkætlanini, er greitt, at tað eru øki í almenna geiranum, sum arbeiða virkin við vitlíki, bæði at leggja ætlanir fyri økini og at taka tað í brúk. Verkætlanin hevur lagt seg eftir ikki at taka ræðið á slíkum átøkum, men at kortleggja átøkini, sum eru. Hugsanin hevur verið, at tá ið ein heildarætlan verður gjørd, kann hon í størri mun vísa á átøk, sum eru í almenna geiranum. Heildarætlanin kann tryggja raðfesting og at átøkini spæla væl saman í stóru heildini.
Tørvur á neyvari váðameting
Arbeiðið við forkanningini hevur avdúkað, at umframt stórar møguleikar, ber vitlíki eisini váðar við sær. Ein greið niðurstøða er tí, at ein komandi heildarætlan eigur at gera eina neyva og djúpa váðameting.
Vitlíki breiðir seg í løtuni við stórari ferð tvørtur um landamørk og geirar. Til dømis vísa tøl frá OECD, at nýtslan av vitlíki í fyritøkum er tvífaldað upp á bert tvey ár. Henda altjóða gongdin ávirkar eisini Føroyar, og tí er tað í sjálvum sær ein váði at lata standa til. Tøknin verður longu tikin í nýtslu í føroyska samfelagnum og í almennu fyrisitingini, men ofta uttan tær neyðugu karmarnar til at tryggja rættindi, mál og trygd.
Ein neyv váðameting krevur tí, at heildarætlanin tekur ítøkiliga støðu til eina røð av avgerandi spurningum. Hetta fevnir millum annað um dátuvernd, teldutrygd, etisk sjónarmið, skuggavitlíki og verjuna á føroyska málinum. Hesi øki eru tó bert partur av einari størri mynd, og heildarætlanin má tí eigur at gera ein karm, ið megnar at lofta bæði kendum og nýggjum váðum, so hvørt sum tøknin og nýtslan mennast.
Nýggjasta vitlíkistøknin hevur fingið mestu viðgerðina
Í forkanningini hevur tyngdin í viðgerðini í stóran mun verið løgd á nýggjastu málmyndlarnar. Orsøkin er tann kollveltandi broytingin, sum henda tøknin hevur við sær. Tøknin ger, at teldur í nógv størri mun kunnu brúkast til uppgávur, sum hava við mál at gera.
At henda tøknin fyllir so nógv á verkstovunum og í frágreiðingini, er av teirri einføldu orsøk, at meginparturin av kjarnuarbeiðnum í okkara modernaða samfelag er tengdur at máli. Nærum alt, vit gera, byggir á mál:
- Sjúkrarøktarfrøðingurin skrivar journal, tá ið viðkomandi hevur tosað við ein sjúkling umvegis mál á einari teldu.
- Málsviðgerin lesur umsókn, lógir og skrivar avgerðir við máli á einari teldu.
- Lærarin fyrireikar undirvísingartilfar við máli á einari teldu.
- Politikarin og embætisfólkið skriva lógir, reglugerðir, teldupostar og vegleiðingar við máli.
Kjak, tíðindaflutningur, avgerðir um siðareglur og samstarv far alt fram gjøgnum málið, oftast á teldum. Áður var teldan bert eitt amboð til at skriva og goyma hetta málið, uttan at skilja innihaldið. Nú kunnu vitlíkisskipanir luttaka virkin, har vit brúka mál sum eitt amboð, og tað gera vit allastaðni.
Tískil hevur forkanningin ikki fevnt líka breitt um allar eldri, siðbundnar greinar innan vitlíki (sum t.d. maskinlæring). Vit hava í staðin hugsavnað okkum um nýggjastu mál- og tekstttøknina, tí tað er júst her, at tøknin nú trínur inn í kjarnuna av tí menniskjaliga arbeiðinum. Hetta elvir til tær stóru óvissurnar, sum luttakararnir á verkstovunum vístu á, men tað er eisini her, at teir størstu møguleikarnir fyri at fremja munadyggar broytingar í føroyska samfelagnum liggja.
↑ Til toppinHesin er ein samandráttur av høvuðspørtunum úr forkanningini. Heila frágreiðingin, við øllum fylgiskjølum (samanumtøkur frá verkstovum, ítøkilig altjóða samanbering, og átakslisti við 31 møguligum átøkum), liggur í PDF-frágreiðingini – bæði á føroyskum og enskum.