Nýggjur føroyskur týðingarpallur

Mánadagin 9. februar skipaði Máltøknidepilin á Fróðskaparsetri Føroya fyri tiltaki í sambandi við, at nýggi týðingarpallurin Umsetur er vorðin tøkur hjá almenninginum. Á pallinum ber til at týða tekstir úr enskum til føroyskt, at meta um týðingarnar og at senda rættingar inn.

Umsetur er ein týðingarpallur, sum Máltøknidepilin á Fróðskaparsetri Føroya hevur ment. Pallurin hevur tvey høvuðsendamál, og brúkarar kunnu hjálpa til við báðum:

Forsíðan á Umsetur við tveim knøttum: Týð tekst og Met um týðingar

“Týð tekst” – Týð og rætta

Í “Týð tekst”-partinum kanst tú skriva ella seta inn enskan tekst og fáa hann týddan til føroyskt. Um týðingin ikki er fullkomin, kanst tú rætta hana beinleiðis og senda betraðu týðingina inn aftur. Hesar rættingar verða brúktar til at fínstilla teir málmyndlar, sum Máltøknidepilin umsitir – og soleiðis verður maskinumsetingin betri, jú fleiri góðar rættingar koma inn.

“Met um týðingar” – Met um góðskuna

Í “Met um týðingar”-partinum fært tú eina enskt-føroyska týðing at síggja. Tú kanst geva henni stig frá 0 til 100 og greiða frá, hvat er skeivt – t.d. feilur í orðavali, skeiv bending, ella at týðingin er ófullfíggjað. Hetta íkastið verður brúkt til at byggja eitt sjálvvirkandi metingaramboð, sum kann meta um týðingar sjálvt – uttan at fólk nýtist at taka støðu hvørja ferð.

Títt íkast hevur beinleiðis ávirkan á, hvussu føroyskt verður myndað av talgildum amboðum nú og í framtíðini.

Viðmerkingar frá tiltakinum

Á tiltakinum í Kongshøll komu fram ymiskar viðmerkingar viðvíkjandi føroyskari teldutýðing:

  • Umsetur er eitt stórt stig rætta vegin at betra føroyska teldutýðing og málmyndlar yvirhøvur
  • Hugskotið at fáa almenningin at hjálpa í arbeiðinum er gott, tí tað eru nógv, sum vilja føroyska málinum væl
  • Týðingar hava enn stórar avbjóðingar við setningsbygnaði, og kunnu hava við sær, at serføroysk orð og orðingar hvørva
  • Máltøknidepilin hevur ætlanir um at kunngera, hvørjir málmyndlar hava bestu føroysku góðskuna – hetta verður tøkt á mtd.setur.fo. Besta keldan til slíka vitan í løtuni er EuroEval

Royn tænastuna á um.setur.fo – og ver við at betra um føroyska teldutýðing.