"Føroyskt fyrst" - Verkstova um mál og tøkni
Týsdagin 2. desember savnaðust vit í hølunum hjá Talgildu Føroyum til eina spennandi verkstovu um, hvussu vit tryggja, at føroyskt mál og mentan trívast í vitlíkisøldini.
Á verkstovuni "Føroyskt fyrst" var endamálið at viðgera, hvussu vit tryggja, at føroyskt mál og mentan ikki bara yvirliva, men trívast í einari tíð, har vitlíki fyllir alsamt meira. Vitlíkistøknin mennist við rúkandi ferð, og tað er avgerandi, at vit hava eina greiða ætlan fyri, hvussu Føroyar skulu navigera í hesum nýggja veruleika.
Ein avgerandi grundgeving fyri "føroyskt fyrst" varð sett fram beinanvegin: málslig javnstøða. Tað snýr seg um ein grundleggjandi demokratiskan rætt hjá øllum borgarum at kunna virka, luttaka og úttrykkja seg á sínum egna máli.
Støðan nú
Luttakararnir, sum umboðaðu bæði málslig, mentanarlig og tøknilig øki, vístu á fleiri ítøkiligar avbjóðingar. Víst var á, at vit væl kunnu menna vitlíki við verandi upphavsrættarlóg – men tað krevur, at stovnar og fyritøkur hava greiðar mannagongdir og avtalur við rættindahavarar (t.d. Fjølrit) frá byrjan. Harumframt er manglandi dátu-grundarlag ein avbjóðing - tað er einfalt ov lítið av talgildum føroyskum teksti og talu tøkt, sum myndlarnir kunnu venjast upp á.
Hetta ger, at tøknin ofta misskilur føroyskt, ella at brúkarar velja at brúka enskt í staðin, tí tað virkar betri. Hetta skapar ein vanda fyri, at vit fáa eitt "talgilt málskifti", har enskt tekur yvir í tí talgilda heiminum.
Møguleikar og loysnir
Men verkstovan var ikki bara ein lýsing av trupulleikum - tvørturímóti var stór optimisma at hóma. Semja var um, at vit hava eitt einastandandi høvi júst nú.
- Savna dátur: Við at savna og dygdartryggja føroyskar dátur (t.d. frá KVF, Løgtinginum, og almennum stovnum), kunnu vit skapa eitt gullsavn av dátum, sum kann brúkast til at fínstilla málmyndlar.
- Samstarv: Vit kunnu læra av og samstarva við onnur smá málssamfeløg, sum t.d. Ísland, ið hevur gjørt eitt megnar arbeiði á økinum.
- Føroyskur samleiki: Vitlíki kann brúkast til at miðla og varðveita føroyska mentan, um vit tryggja, at tøknin er ment við virðing fyri okkara virðum.
Vegurin fram
Ein týðandi niðurstøða frá verkstovuni var, at hetta krevur eitt miðvíst og samskipað átak. Tað er ikki nóg mikið við einstøkum verkætlanum; vit mugu hava eina tjóðarætlan fyri føroyska máltøkni. Fíggingin eigur eisini at fevna um gjald til rættindahavarar fyri tilfar, sum verður nýtt til at venja vitlíki.
Vit fingu nógv dýrabart íkast til arbeiðið við føroysku vitlíkisætlanini. Næsta stig er at viðgera, hvussu vit ítøkiliga kunnu fremja hesi mál, so at vitlíki verður ein styrki fyri føroyskt mál og mentan, heldur enn ein hóttan.
Takk til øll, sum luttóku og góvu sítt íkast!