Tøkniligt undirstøðukervi - Verkstova um vitlíkisundirstøðukervi

Týsdagin 27. januar hittust umboð fyri vinnu, gransking og umsiting í hølunum hjá Talgildu Føroyum. Endamálið var at viðgera ein av teimum mest grundleggjandi spurningunum í heildarætlanini fyri vitlíki: Hvussu skal tøkniliga undirstøðukervið síggja út, fyri at vit fáa gagnnýtt vitlíki til fulnar – og hvussu røkka vit tí málinum?

Luttakarar vóru frá Fróðskaparsetrinum, Kringvarpi Føroya, KT Landsins, fjarskiftisfeløgunum (Føroya Tele, Nema) og privatum KT-fyritøkum (Elektron, Usable, Klintra, Formula og Minteo).

Hvussu eru vit fyri?

Lagt varð fyri við eini erligari støðulýsing: Hvussu væl fyri eru Føroyar samanborið við onnur lond í Evropa? Svarini vóru lág á einum stiga frá 1-5:

  • 4 luttakarar mettu 1
  • 7 luttakarar mettu 2
  • 2 luttakarar mettu 3

Miðaltalið var 1,8, og tað endurspeglar, at tey við tøkniligum innliti halda, at vit í løtuni er langt aftanfyri grannalondini.

Hvat er tøkniligt undirstøðukervi?

Staðfest varð, hvat vit tosa um, tá vit siga tøkniligt undirstøðukervi:

  • Ritbúnaður (Software): Málmyndlar (models), agentar og skipanir.
  • Dátur: Atgongd til og goymsla av dátum.
  • Tólbúnaður (Hardware): Servarar, GPU og rokniorka.
  • Samband: Net og ferð.
  • Orka og pláss: Streymur og fysiskir karmar.

Aðrir týdningarmiklir tættir sum lógir, førleikar og fígging vórðu viðurkendir sum avgerandi, men vóru ikki høvuðsevnið á hesi verkstovu.

Hví skulu vit hava lokalt undirstøðukervi?

Ført varð fram, at vitlíki er samfelagskritiskt. Tað merkir:

  • Tørvur er á dátufullveldi (data sovereignty) og verju av sensitivum dátum.
  • Vit eiga at tryggja óheftni av útlendskum sjókaðalum.
  • Talgilt sjálvræði er neyðugt, serliga soleiðis sum geopolitiska støðan er.
  • Hetta kann virka sum drívmegi fyri nýskapan og vitan.

Men ein týðandi spurningur varð eisini reistur: Hvat skulu vit gera sjálvi, og hvat skulu vit ikki? Vandi er fyri at gerast eftirbátur, um vit gera skeivar íløgur.

Hvat hava vit í dag?

Yvirlit varð gjørt yvir verandi støðu:

Ritbúnaður og málmyndlar:

  • Fróðskaparsetrið: málmyndlar, umsetingarmodellir, rættstavarar og talukennarar
  • Privatar fyritøkur: Egnar agentar og vitanargrunnar.

Dátur:

  • Fróðskaparsetrið: 50M orða corpus.
  • KVF: 5.5 PB av goymdum innihaldi.
  • Aðrir stovnar sum Landsbókasavnið, Tjóðskjalasavnið og Veðurstovan hava eisini dátusøvn, ið kunnu vera týðandi fyri vitlíki.

Tólbúnaður (Compute):

  • Fróðskaparsetrið: 3 servarar (ymisk GPU setup).
  • KVF: 12 teldur til transcoding við gamer-GPU'um.
  • Privatar fyritøkur: Ymiskar loysnir.

Størsta avbjóðingin: Førleikar

Boðskapurin var greiður: Førleikarnir eru størsta avbjóðingin. Ikki bara tøkniligu førleikarnir innan vitlíki, men eisini:

  • Førleikar at skilja, hvat vitlíki skal brúkast til (og hvat ikki).
  • Viljin á leiðslustigi at fremja broytingar.
  • Fígging og stødd (dátukrøv).
  • Lógarverk og trygd.
  • At byggja vitlíki inn í verandi skipanir.

Føroyar mugu kunna virka, hóast vit verða avbyrgd. Dátusensitivitetur er avgerandi fyri valið av loysn. Tíðarkritiskar tænastur krevja staðbundna orku. Loysnirnar skulu møta brúkarunum har teir arbeiða.

Hvat skal vera lokalt – hvat skal í skýgnum?

Hugburðurin var pragmatiskur:

  • Føroyar mugu kunna virka, hóast vit verða avbyrgd.
  • Dátusensitivitetur er avgerandi fyri valið av loysn.
  • Tíðarkritiskar tænastur krevja staðbundna orku.
  • Loysnirnar skulu møta brúkarunum har teir arbeiða ("flow of work").

Framtíðarútlit: Um 3 ár

Luttakararnir høvdu hesa visjón fyri sær:

  • Felags pallur (Multi-tenant): Føroysk ský-loysn, open source (fyri at sleppa undan vendor lock-in), brúkaravend API og deilt cluster.
  • Altjóða samstarv: Samstarv við Norðurlond, Baltikum og onnur lond.
  • Almenn ráðgevingareind: Ein eind, ið kann veita ráðgeving til bæði privat og alment.
  • Strukturerað dátuinnsavning: Automatiserað dagføring av dátum til málmyndlar.
  • Defineraðar rammur og pilot-verkætlanir.
  • Regulatory sandbox: Royndarøki fyri at minka um váðar og testa nýggj hugskot.

Hvør ger hvat?

Ítøkilig uppskot vóru t.d.:

Landsmyndugleikar:

  • Játta Fróðskaparsetrinum fígging til at menna føroyska málið í tøkni.
  • Seta evnið á politisku dagsskránna.
  • Viðurkenna at undirstøðukervið til vitlíki er ein almenn uppgáva.

Fróðskaparsetrið:

  • Gera tað møguligt at fáa vørur og tænastur úr granskingarúrslitum (produktifisering).
  • Gera málmyndlar og tænastur tøkar.

KT Landsins:

  • Geva stovnum og fyritøkum atgongd til eitt felags vitlíkisundirstøðukervi.
  • Útveita menning og rakstur av vitlíkisundirstøðukervinum.

KVF:

  • Veita dátur til Fróðskaparsetrið (dátur til talukennara, undirtekstir).

Privatar fyritøkur:

  • Nema, Usable, Formula, Klintra, Elektron: Halda fram at brúka vitlíki, royna føroysku málmyndlarnar og menna førleikar internt.
  • Føroya Tele, Nema: tryggja netsamband við umheimin og innanlands.

Næstu stig

Greiða niðurstøðan frá verkstovuni var: Samstarv er vegurin fram. Møguleikar eru at skapa forum, har vit í felag lyfta førleikarnar og síðani kappast harfrá.

Tað er eisini greitt, at hetta ikki loysir alt – ávirkanararbeiði (lobbyisma) og politiskt arbeiði verður neyðugt fyri at fáa hetta á dagsskránna.

Næsta mál er at koma víðari við heildarætlanini fyri vitlíki, herundir at tryggja eitt hóskandi tøkniligt undirstøðukervi. Forkanningin verður løgd fram í februar 2026 og eftir hetta verða væntandi aðrar verkstovur og greiningar.