"Kappingarfør vinna" - Rundborðsfundur um vitlíki
Samandráttur frá rundborðsfundinum 25. november um, hvussu vitlíki kann styrkja føroyskar fyritøkur: mál, dátur og førleikar.
Les meira →Verkstova um vitlíki í vinnulívinum
Endamálið er at skapa eina felags fatan av, hvussu vitlíki kann styrkja føroyskar fyritøkur, øka framleiðni og gera tær kappingarførar á heimsmarknaðinum. Vit kortleggja verandi átøk, eyðmerkja forðingar og finna møguleikar fyri stuðul frá landsstýrinum.
Verkstovan hevur til endamál at skapa eina greiða fatan av avbjóðingum viðvíkjandi vitlíki í vinnulívinum og staðfesta, hvussu landsstýrið best kann stuðla føroyskum fyritøkum í at nýta vitlíki til at vera kappingarførar.
Verkstovan snýr seg um at kanna ymisk evni og møguleikar innan vitlíkis í vinnulívinum
Hvørjar vitlíkisverkætlanir eru longu í gongd í føroyskum fyritøkum? Hvat hevur verið roynt? Hvat hevur virkað?
Hvat forðar føroyskum fyritøkum í at nýta vitlíki til at nýskapa og vaksa? Hvar stendur á?
Hvørjar marknaðir og geirar kann vitlíki lata upp fyri føroyskum fyritøkum? Hvar eru nýggir møguleikar?
Hvørji átøk og stuðulsmøguleikar kann landsstýrið bjóða? Førleikar, marknaðaratgongd, G&M samstarv, SMB-stuðul?
Hvussu kunnu føroyskar fyritøkur vera kappingarførar á heimsmarknaðinum við vitlíki? Hvønn leiklut skal landsstýrið og privati geirin hava?
Verkstovan samlar umboð frá týdningarmiklum stovnum í vinnulívinum:
Verkstovan varð hildin 25. november 2025 við umboðum frá týdningarmiklum stovnum í vinnulívinum. Úrslitini verða brúkt til at mynda heildarætlanina um vitlíki í Føroyum.
Úrslitini verða nýtt í seinni verkstovum og verða partur av endaligu frágreiðingini, sum verður løgd fram í februar 2026.
Les meira um verkstovuna og úrslitini í bloggpostunum okkara