"Kappingarfør vinna" - Rundborðsfundur um vitlíki í vinnulívinum

25. november savnaðust vit til rundborðsfund við leiðarum úr føroyskum vinnulívi fyri at kanna, hvussu vitlíki kann gera fyritøkur sterkari, tryggja føroyskt mál og geva betri atgongd til dátur.

Fundurin vísti týðilig stig at arbeiða víðari við – og staðfesti, at vitlíki longu er ávegis inn í kjarnuna av føroyskum vinnulívi.

Trý avgerandi evni

  • Føroyskt mál sum grundarlag: Mál er ikki eykaamboð, men fortreyt. Kundatænastur, atgongd og fevnandi tænastur krevja føroyskt. Tjóðarætlanin má gera málið sjónligt og raðfest.
  • Dátur og atgongd: Torført er at finna, flokka og deila dátur – serliga almennar. Vit mugu hugsa dátur inn frá byrjan: greiðar flokkingar, reglur og yvirlit yvir eigarar og rættindi.
  • Førleikar og fatan: Vitlíki er ikki bert fyri KT-serfrøðingar. Starvsfólk tvørtur um geirar mugu skilja, nær og hvussu vitlíki hjálpir teirra arbeiði. Netverkan og royndardeiling skulu minka um tvíarbeiði.

Mynstur vit sóu

  • Ymisk búningarstig: Frá “kannarum” (skriving og týðing við LLM) til fyritøkur við innanhýsis “vitlíki til starvsfólk” og strategi. Tjóðarátak má stuðla bæði byrjan og skaler­ing í senn.
  • Óvissa um regluverk: Serliga GDPR/dátuvernd. Fyritøkur brúka nógva orku upp á at tulka reglur hvør sær. Eitt felags “hjálparborð” fyri vitlíki og persónsvernd varð skotið upp.
  • Dátuatgongd sum fløskuhalsur: Tað vanta greiðir mátar at fáa atgongd tvørtur um stovnar, og metadata/avtalur eru ógreið.
  • Vilji at samstarva: Sterkur áhugi fyri óformligum netverki og royndardeiling, so fyritøkur sleppa undan at gera somu royndir hvør sær.

“Vitlíki kann gera okkum kappingarfør – men bara um tað tosar føroyskt, hevur rættar dátur og verður brúkt av fólki, sum skilja tað.”

Hvat vilja vit? (boð úr fundinum)

  • Alt tilfar, ið viðvíkur kundum og borgarum, skal virka á føroyskum.
  • Vitlíki út til kundar og inn í kjarnumannagongdir.
  • Førleikamenning og fatan fyri øll starvsfólk.
  • Greiður politikkur og reglur – minni ivi, skjótari avgerðir.
  • Betri atgongd til dátur, vitanargrunnar og RAG-lík amboð.
  • Tøkniligt undirstøðukervi, sum tolir bæði royndir og skalering.
  • Gagn og effektivisering: agentar, prognosur og vitlíki til dátuviðgerð.

Hvussu væl við eru vit – og Føroyar?

Sjálvmeting í hølinum:

  • Frammanfyri: 1
  • Væl við: 3
  • Við: 6
  • Eitt sindur við: 3
  • Aftanfyri: 0

Meting av Føroyum sum heild:

  • Frammanfyri: 0
  • Væl við: 0
  • Við: 6
  • Eitt sindur við: 5
  • Aftanfyri: 1

Tað vísir á jaligar royndir – men eisini tørv á felags kós og greiðum karmum.

Næstu stig

  • Vit savna úrslitini í frágreiðingini, sum verður liðug í februar.
  • Fylgið framgongdini á vitliki.talgildu.fo.