Verkstova um "Fatan og førleikar"
Týsdagin 16. desember 2025 var verkstova um, hvussu vit menna evnini at handfara vitlíki og talgilding í Føroyum. Kjakið staðfesti rættiliga greitt, at vitlíki og evnini at handfara tað er av avgerandi týdningi fyri framtíðina hjá føroyingum.
Á verkstovuni "Fatan og førleikar" komu fólk úr útbúgvingarverkinum, vinnu og fakfeløgum saman at viðgera eina av teimum mest átrokandi avbjóðingunum í Føroyum: hvussu tryggja vit, at borgararnir eru tilreiðar til eina framtíð við vitlíki?
Allir luttakarar mettu tørvin at menna vitlíkisfatan og -førleikar sum átrokandi (4) ella sera átrokandi (5) á einum stiga frá 1-5. Hetta snýr seg ikki bara um at "fylgja við tøknini" fyri at bøta um og tryggja kappingarførið, men líka so nógv um at verja okkum móti talgildum trýsti og tryggja, at vit varðveita okkara menniskjaligu virðir og fatan.
Frá "brúkara" til "fatan" – tann menniskjaligi vinkulin
Eitt høvuðsevni gjøgnum alt kjakið var tørvurin á at flyta fokus frá tøkniligum førleikum (hvussu trýstir man á knappin) til djúpari fatan (hví virkar hetta, og hvat ger tað við okkum?). Luttakararnir løgdu dent á, at fatanin skal koma fyrst, áðrenn førleikar kunnu mennast á skilagóðan hátt.
Er vitlíki ein grundførleiki á linju við at lesa og rokna? Svarið tykist vera ja fyri í minsta lagi talgildisbúgving, men við tí fyrivarni, at tað ikki má skumpa alt annað (sum náttúru og menniskjaliga kontakt) til viks.
Sum ein segði: "Vit skulu læra fólk ikki at brúka vitlíki til at snýta, men at síggja nýtslu av vitlíki sum eina dygd." Hetta at endurhugsa nýtslu av vitlíki – frá at vera nakað, sum tú skal skammast av, til at vera ein dýrabærur førleiki – er avgerandi fyri at fáa eitt sunt samband við hesi amboðini.
Lærarin mitt í storminum
Lærarar vórðu mettir at vera í tí mest krevjandi støðuni. Sum ein luttakari segði: "Lærarin er leingi verið hildin at vera á veg út, líka síðani útvarpið kom." Vitanar-myndugleikin er fluttur yvir til maskinuna, og hetta skapar eitt øgiligt trýst á undirvísararnar.
Lærararnir eru lykilin til at lyfta næmingarnar. Sum ein segði: "Um vit ikki byrja við at brynja lærararnar, so fáa vit ongantíð lyft næmingarnar." Lærararnir eru lykilin, men teir eru eisini teir mest útsettu júst nú.
Verkstovan vísti á, at lærarum tørva stuðul til at menna sína egnu talgildisvitsku og fatan, so teir kunnu vegleiða næmingar á rætta leið. Hetta snýr seg ikki bara um tøkniliga venjing, men um at hjálpa lærarum at finna leiðina í einum grundleggjandi broyttum útbúgvingarheimi.
"Alice í Ævintýralandi" – Vit mangla kós
Ein av bestu myndunum frá degnum var samanberingin við Alice í Ævintýralandi: "Vit vita ikki, hvar vit skulu, so allir vegir eru líka góðir (ella ringir)." Hetta vísir á ein týðuligan mangul á strategiskari kós og politiskari raðfesting.
Stovnar sum Nám og Setrið royna seg fram við smærri átøkum, men tað manglar ein yvirskipaður karmur og felags málsetningur. Uttan hesa kósina endar vitlíki sum eitt órógvandi element heldur enn eitt amboð til positivar broytingar.
Luttakararnir løgdu dent á, at okkum tørvar klár mál og politiska raðfesting. Sum ein segði: "Tey, sum ráða, hava ikki varnast vitlíki," ið vísir á kluftina millum tøkniliga veruleikan og politiska tilvitskuna.
Hvør hevur tørv á fatan og førleikum innan vitlíki?
Verkstovan tilskilaði fleiri bólkar, ið hava mest at vinna við at menna sína fatan av vitlíki:
- Skrivstovufólk: tey, ið arbeiða nógv við teksti og vitan, skulu læra, hvat vitlíki kann hjálpa teimum við í gerandisdegnum.
- Lærarar: teir eru í einari krevjandi støðu og eru ein stórur bólkur, sum skal brynja næmingarnar.
- Leiðslur og fyrisiting: tey, ið taka avgerðir, skulu skilja møguleikarnar og avmarkingarnar hjá vitlíki.
- Fólk við lesi- og skriviveikleikum: vitlíki kann vera serliga styrkjandi fyri tey, ið áður hava stríðst við skrivligt samskifti.
- Arbeiðsmarknaðurin: stórir møguleikar fyri effektivisering er, um øll læra at nýta vitlíki á skilagóðan hátt.
- Næmingar: næsta ættarliðið skal skilja vitlíki sum ein part av síni grundútbúgving.
Týðandi var eisini at leggja merki til, at vit skulu ikki "yvirkvalifisera" – vit hava góð fólk, sum bara skulu læra eitt sindur meira, ikki endiliga gerast vitlíkisserfrøðingar.
Núverandi átøk og forðingar
Fleiri átøk eru longu í gongd í Føroyum:
- Verkætlanir um tøkniliga fatan hjá næmingum
- Skeið og verkstovur um talgildisbúgving
- Royndir við vitlíkis-agentum
- Máltøknidepilin
- Allir lærarar og næmingar hava atgongd til Copilot gjøgnum Microsoft
Tó eru enn stórar forðingar:
- Fígging: Avmarkað tilfeingi til størri átøk
- Førleikar: Manglandi førleikar til bæði undirvísing og nýtslu
- Málið: Føroyskt mál manglar í mongum vitlíkimyndlum
- Politisk raðfesting: Mangul á yvirskipaðari politiskari ætlan
- Skipanin: Karmarnir eru gjørdir til eina aðra tíð
- Atgongd til vitan: Avmarkað vitan um, hvat vitlíki veruliga kann hjálpa við
- Arbeiðsbyrða: Fólk hava longu hendurnar fullar
Fígging og ábyrgd – eitt felags lyft
Ein jaligur partur av kjakinum var hugburðurin til fígging og ábyrgd. Hetta var ikki tann vanliga søgan um, at "landið skal gjalda alt". Tvørturímóti var breið semja um, at vinnan og fakfeløgini eisini hava eina ábyrgd – bæði fíggjarliga og fyriskipanarliga.
Hugtakið "lívlong læring" leggur dent á, at arbeiðsplássini skulu taka ábyrgd; hetta er ikki bara fyri skúlabørn, men líka so nógv fyri fólk á arbeiðsmarknaðinum (møguliga umvegis ALS ella fakfeløg).
Luttakararnir skutu upp ymiskar fíggingarleistir:
- Fagfeløg skapa puljur til at menna sínar limir
- Stovnar fáa puljur til starvsfólkamenning
- Vinnan fíggjar ein part
- Ókeypis netskeið (eins og finska "Elements of AI")
- Partur av læraraútbúgvingini
Leiðin fram
Verkstovan endaði við fleiri ítøkiligum tilmælum:
- Partur av skúlanum: ikki sum eitt tekniskt fak, men sum fatanarlæra (helst uttan skerm, um møguligt!)
- Tjóðarætlan: ein 5-10 ára politisk ætlan við klárum málum
- Brynja lærararnar fyrst: teimum tørvar akutta hjálp at navigera í hesum landslagnum
- Tryggja javna atkomu: øll skulu hava somu møguleikar við vitlíki
- Byggja víðari á verandi átøk: læra av tí ið riggar og skapa størri samstarv
- Uppfylging: tryggja, at átøk leiða til varandi broyting
- Fokus á fatan: áðrenn førleikar tørvar okkum fatan av, hvat vitlíki er og hvat tað merkir fyri okkum
Ein luttakari skeyt upp at hava eitt "vitlíkis-ár" fyri veruliga at seta tað á dagsskránna. Ein annar vísti á tørvin á visjónum – at hugsa 10, 50 ella 70 ár fram heldur enn bara 1-2 ár.
Verkstovan staðfesti týðuliga, at fatan og førleikar innan vitlíki eru altavgerandi fyri framtíð okkara. Bráðskundurin snýr seg ikki bara um kappingarførið, men um at verja okkara virðir, tryggja javna atkomu og fyrireika samfelagið til eina grundleggjandi broytta framtíð.