Verkstova um "Etiskt og ábyrgdarfult vitlíki"

Vitlíki (AI) fær alsamt størri ávirkan á okkara gerandisdag - ofta á ein hátt, sum ikki altíð er sjónligur fyri tey, ið verða ávirkað. Sum partur av landsins fyrireikandi arbeiði við einari føroyskari vitlíkisstrategi varð hildin ein verkstova við heitinum "etiskt og ábyrgdarfult vitlíki" tann 11. desember 2025. Á verkstovuni vóru umboð fyri etisk ráð, heilsuverkið, brek-økið, miðlar og list savnað at umrøða, hvussu vitlíki kann ávirka føroyska samfelagið komandi árini.

Endamálið við verkstovuni var ikki at taka politiskar avgerðir ella at finna tøkniligar loysnir. Heldur varð hon skipað fyri at lurta, har dentur varð lagdur á at fáa fram etiskar stúranir, virðir, óvissur og møguleikar - serliga úr økjum, sum ofta standa fyri skotum, tá tøknilig broyting fer fram.

Hvussu stór er etiska ávirkanin av vitlíki?

Luttakararnir vórðu fyrst spurdir, hvussu stóra etiska ávirkan teir meta, at vitlíki fer at hava á føroyska samfelagið næstu fimm árini. Eingin helt ávirkanina vera lítla. Flestu mettu hana vera stóra ella sera stóra. Ein luttakari vísti á, at vitlíki kann fáa stóran samfelagsligan týdning, eisini fyri tey, sum ikki sjálvi brúka tøknina - tí vitlíki í vaksandi mun liggur aftanfyri avgerðir, skipanir og kunningarumhvørvi.

Fleiri løgdu dent á, at ávirkanin ikki er eins á øllum økjum. Heilsu- og vælferðartænastur, miðlar, útbúgving og mentan vóru ofta nevnd sum øki, har etiskar avleiðingar kunnu verða serliga sjónligar. Ein afturvendandi eygleiðing var, at nógv av teimum, sum verða mest ávirkað av broytingum frá vitlíki, samstundis hava minst ávirkan á, hvussu slíkar skipanir verða mentar og settar í verk.

Etiskar stúranir

Tá luttakararnir vórðu spurdir, hvørjir etiskir spurningar í sambandi við vitlíki liggja fremst í huga, bleiv samrøðan ítøkilig.

Menniskjavirði og reduktionisma

Menniskjavirðið var eitt afturvendandi evni. Fleiri lýstu stúran fyri, at menniskju kunnu verða minkað niður til tøl og dátur í almennum ella sosialum skipanum, og at hetta kann vikna kensluna av rættvísi og persónligari virðing.

Skeivleikar og útihýsing

Bias og útihýsing vóru eisini nógv umrødd, serliga frá umboðum, ið arbeiða við fólki við breki. Samstundis sum vitlíki hevur stórar møguleikar at økja atkomu og sjálvstøði, varð dentur lagdur á, at illa mentar skipanir eisini kunnu styrkja útihýsing, um tørvir hjá minnilutum og lokalar umstøður ikki verða tiknar við í dátugrundarlagið og sniðið.

Skapanargleði og mentan

Kreativitetur og mentan vórðu eisini lýst sum viðkvæm øki. Umboð fyri listina lýstu stúran fyri minking í originaliteti, inntøkum og nuansum, tá vitlíki framleiðir innihald grundað á verandi mentanarligt tilfar uttan greitt gjøgnumskygni ella ábyrgd. Fleiri vístu á vandan fyri mentanarligari einsrættan, um flestu vitlíkisamboð verða ment uttan fyri føroyskan samanhang.

Miðlaálit og demokrati

Miðlaálit og demokrati vóru eisini miðdepil í orðaskiftinum. Blaðfólk peikaðu á avbjóðingar við falstíðindum, deepfakes og einum viknandi felags veruleika. Samstundis varð vitlíki eisini mett at kunna styrkja journalistikkin - til dømis við fakta-kanning og greining - um kritiskur sansur og ritstjórnarlig ábyrgd framhaldandi eru kjarnan.

Tvørtur um øll hesi evni varð ferð eftir ferð víst á týdningin av kritiskum sansi og almennari búgving. Fleiri nevndu, at nýggj tøkni altíð hevur elvt til stúran, men at ferðin og víddin í vitlíki gera tað serliga týdningarmikið at hugsa um etikk og ábyrgd tíðliga.

Møguleikar fyri einum meira rættvísum samfelagi

Hóast nógvar stúranir var samrøðan bjartskygd. Nógv ítøkilig dømi vórðu nevnd, har vitlíki kann stuðla einum meira etiskum og rættvísum føroyskum samfelagi - um tað verður ment á ábyrgdarfullan hátt.

Minking av skrivstovuveldi

At minka um beaurokrati varð ofta nevnt, serliga innan heilsu- og vælferðartænastur. Vitlíki varð sæð sum eitt amboð, ið kann taka sær av "køldum" umsitingaruppgávum og soleiðis geva fakfólkum meira tíð til umsorgan og menniskjaligt samskifti - tað, sum fleiri lýstu sum at styrkja "heitu hendurnar", heldur enn at avloysa tær.

Betri dátugreining

Fleiri peikaðu eisini á, at vitlíki kann betra dátugreining tvørtur um samfelagið og stuðla betri avgerðum innan heilsu, sosialpolitikk og orkuburðardygd. Hetta varð tó altíð sett í samband við tørvin á greiðari dátustýring, lokalum ræði og etiskari handfaring av viðkvæmum upplýsingum.

Mynduggerð heldur enn útskifting

Eitt afturvendandi ynski var, at vitlíki skal styrkja menniskju heldur enn at avloysa tey. Luttakararnir løgdu dent á, at vitlíki ikki eigur at verða brúkt sum eitt reint spari-amboð, men sum eitt stuðlandi amboð, ið hækkar tænastugóðsku, arbeiðsumstøður og úrslit fyri borgarar.

"Vitlíki eigur at verða verandi eitt amboð í tænastu fyri menniskjaligari dømingarkraft, virðing, inklusión og áliti – ikki eitt mál í sær sjálvum."

Ein felags kós - ikki endalig svar

Verkstovan hevði ikki til endamáls at svara øllum etiskum spurningum. Heldur hjálpti hon at greina, hvat er upp á spæl, og hvørji virðir luttakararnir halda eiga at leiða framtíðar avgerðir.

Nógvu innlitini frá verkstovuni verða tikin við í víðari arbeiðinum við einari føroyskari vitlíkisstrategi, har etikkur og ábyrgd verða sæð sum grundarlag, ikki sum eitt valfrítt eyka viðurskifti.